AB nærkast bestu deildini

1. DEILD: Í kvøld vunnu argjamenn í Runavík, meðan B71, sum er kappingarneyti í uppflytingarstríðnum, spældi javnt ímóti B36

Í kvøld tók AB stórt stig fram ímóti uppflytingini til bestu deildina. AB vann 2-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og í dag endaði tað 1-1 á Sandi, har B71 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B36.

 

Úrslitini í dag bera við sær, at AB er næstfremst við 47 stigum, og at B71 er á triðja plássi við 40 stigum. Skála er fremst við 50 stigum. Skála og AB hava spælt 19 dystir, og B71 hevur spælt 18 dystir. Mikukvøldið fer B71 á heimavølli at spæla útsettan dyst ímóti næstbesta liðnum hjá Víkingi.

 

Í Runavík reið tað leingi um snarið í kvøld. Tað vóru bara seks minuttir eftir av vanligu liktíðini, tá ið tað eydnaðist AB at leggja seg á odda 1-0. Málskjútti var Dánjal Danielsen, sum er toppskjútti hjá AB við 13 málum. Fyrrverandi verjuspælarin, sum nú er álopsspælari, hevur skorað í øllum dystunum síðani summarsteðgin.

 

Klokkan var farin væl út um vanligu leiktíðina, tá ið Brian Jakobsen staðfesti 2-0 AB sigurin.

 

NSÍ er á áttanda plássi við 18 stigum. Tað eru trý stig aftur til B36, sum er undir strikuni saman við 07 Vestur, ið er aftast við sjey stigum.

 

Í dag endaði tað 1-1, tá ið B71 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Tað var vónbrot hjá sandoyingum, sum kappast fyri at halda tørn um møguleikan at flyta upp í bestu deildina, meðan B36 kappast fyri at sleppa undan niðurflytingini.

 

Sproti úr Dímun legði B71 á odda tíggju minuttir eftir steðgin. Hetta var annað málið í næstbestu deildini í ár hjá 20 ára gamla Sprota úr Dímun.

 

17 minuttir undan leikloki svaraði B36 aftur. Málskjútti til 1-1 var Dávid Viderø. 16 ára gamli álopsspælarin er toppskjútti hjá B36 í 1. deild við seks málum.