Tað skrivaði borgarstjórin í býnum, Karen Bass, fríggjakvøldið lokala tíð á sosiala miðlinum X.
- Bjargingarmanningar eru á staðnum, har fleiri enn 100 sløkkiliðsfólk arbeiða við at basa eldinum.
- Havnarløgreglan hjálpir manningini at koma trygt av skipinum, skrivar Karen Bass.
Stutt frammanundan boðaði sløkkiliðið í býnum frá, sambært tíðindastovuni Reuters, at ein spreinging hoyrdist á miðdekkinum á skipinum í sambandi við eldsbrunan.
Ritzau/Reuters











