Páll Eirik Djurhuus skiftir til AB. Hetta hevur AB kunngjørt á Facebook síðu sínari. Páll Eirik er uppaldur í Víkingi, og er sonur Víkinga hetjuna Hans Jørgen Djurhuus. Páll Eirik spældi eitt skifti í ár við TB, men hevur annars bara spælt við Víkingi. Nú fer Páll Eirik at gera sum pápi sín.
Í 2002 skifti Hans Jørgen Djurhuus eisini til AB. Har spældi hann í trý ár, áðrenn leiðin fór víðari til GÍ. Nú skal Páll Eirik so stríðast á sama miðvølli, sum pápi sín gjørdi, tá Páll Eirik var føddur.











