Seinnapartin hósdagin hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Sund, sum tíbetur ikki hevði so ógvusligar avleiðingar við sær.
Ein bussur hjá Bygdaleiðum, sum var á veg norðureftir fór á glið í brekkuni oman móti Sundsverkinum, samstundis sum ein trailari við 18 tonsum av laksi kom niðan brekkuna.
Árvakni førarin á trailaranum sá, at bussførarin var illa staddur og royndi tí at koyra so langt út á vegjaðaran, sum gjørligt, fyri ikki stoyta frontalt saman við bussin.
Kortini rakti bussurin stýrhúsið á togaranum, sum fór niðan av vegnum.
Bussurin fekk nakað av skaða, eitt nú brotnaðu tveir síðurrútar, og eitt av ferðafólkunum fekk smærri snuddir
Í teignum »út at koyra« í Sosialinum fyrradagin skrivaðu vit um vandan við leysum lutum í bilunum - og um, hvussu nógv vektin økist á lutunum, um rent verður frontalt saman við annan bil.
Sum dømi varð m. a. nevnt, at vektin á einum hundi í bilinum, sum vigar 10 kilo, økist upp á 560 kilo, um rent verður á við 60 km/t.
Fyri at finna út av, hvussu nógv vektin økist, kunnu vit falda vektina við umleið 56.
Nýta vit hendan umrokningarháttin - og rokna vit við, at trailarin í hesum føri koyrir við 60 km/t, síggja vit, at tey 18 tonsini av laksi nú viga 1008 tons, um rent verður frontalt saman.
Nú skulu vit skunda okkum at siga, at vit ikki vita, hvussu skjótt trailarin koyrdi. Men mest loyvda ferð er 60 - og tað var eisini hetta talið, sum brúkt var í greinin í hósdagsblaðnum.
Hetta sigur okkum kortini, hvussu ómetaligan skaða ein slíkur trailarin kann gera, um illa vil til. Hetta er sjálvandi eisini orsøkin til, at mest loyvda ferðin á trailarum er lægri enn fyri persónbilar - kanska hetta dømið fær onkran at skilja, hví trailarar og aðrir tungir bilar ikki skulu koyra so skjótt?