Tað verður rokan í fjøruni, tá 107 bátar seinnapartin í dag loysa frá landi á Eiði, tá ársins regatta fer av bakkastokki.
Marni Joensen, formaður í Hósvíkar Róðrarfelag, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at yvir hundrað bátar hava boðað frá luttøku í ár.
- 107 bátar hava meldað til í ár, og er tað eitt vet færri enn í fjør, tá 120 bátar luttóku. Kanska nærkast tað metinum frá í fjør, tí tað leggjast vanliga bátar aftrat í síðstu løtu, sigur Marni Joensen.
Kappróðrarbátarnir leggja frá landi klokkan hálvgum fimm og klokkan fimm fara motorbátarnir. Um hálvgum sjey tíðina er ætlanin at sigla undir brunna við Streymin, og Marni Joensen væntar, at bátarnir vera í Hósvík um átta tíðina, tá døgurði verður fyri luttakarunum.
Sendingin "Bátaradio" hjá Rás2 verður við í dag. Byrjað verður at senda klokkan 17.15. Fólkakæri reportarin, Vilmund Jacobsen fer at fylgja bátafylginum av Eiði og til Hósvíkar. Á landi í Hósvík fer Vilmund Jacobsen at gera fleiri prát við fólk, sum eru til Regatta 2017.