11 borgarstjórar ætla sær á ting

Hóast landsstýrið ikki hevði ætlað tað, so kunnu vit fáa nógvar borgarstjórar á ting.

 

Hóast landsstýrið ikki hevði ætlað tað, so kunnu vit fáa nógvar borgarstjórar á ting.

 

Sambært løglistanum, sum løgmaður legði fyri tingið á ólavøsku, so var ætlanin hjá landsstýrinum, at borgarstjórar ikki skuldu sleppa at sita í løgtinginum samstundis, sum steir eru borgarstjórar.

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur verið frammi við uppskotinum áður, men nú var tað so komið í ólavsøkurøðu løgmans og hevði verið lagt fram, um løgmaður ikki hevði skrivað út val á ólavsøku.

 

Í løglistanum í ólavsøkurøðuni stendur, at »Endamálið er at strika heimildina hjá kommunustýrium at heimila fulltíðarsettum borgarstjórum eisini at átaka sær starvs sum beinleiðis fólkavaldur.«

 

Hendan lógarbroyting kemur so ikki í gildi hesu megin løgtingsvalið.

 

Longu nú hava fleiri borgarstjórar boðað frá, at teir stilla upp til løgtingsvalið.

 

Teir eru:

 

Heðin Mortensen, Tórshavn kommuna

Jógvan Skorheim, Klaksvíkar kommuna

Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna

Magnus Rasmussen, Runavíkar kommuna

Sonni á Horni, Fuglafjørðar kommuna

Johan Christiansen, Eysturkommuna

Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna

Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna

Rósa Samuelsen, Vága kommuna

Gerhard Lognberg, Skopunar kommuna

Brandur Sandoy, Sands kommuna

 

Hesir 11 borgarstjórar hava boðað frá uppstilling. Roknast kann við, at nakrir koma afturat, so samlaða talið av borgartjórum, sum stilla upp, kemur upp á