VIDEO: Seinastu dystirnir hjá Kiel, Hannover og Flensburg hetta kappingarárið

(Video) Her eru samandráttir frá dystunum

Liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen, Vilhelmi Poulsen og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu spældu í dag seinastu dystirnar í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Eisenach 36-35 (20-15). Við 1:01 minuttir sæst Elias við einari góðari fríspæling til Patrick Wiencek, ið spældi sín seinasta dyst fyri Kiel:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Flensburg-Handewitt-Hamburg 40-37 (21-15). Heilt móti dystarenda stóð Jóhan leysur við málverjanum hjá Hamburg, men hann serveraði bóltin fyri svenska Jim Gottfridsson, ið eins og Jóhan spældi sín seinasta dyst fyri Flensburg:

 

##med3##

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Gummersback-Hannover-Burgdorf 39-29 (20-15). Vilhelm sæst við nummar 9 á rygginum:

 

##med4##