Í ár hava vit eitt serliga stórt og fjølbroytt umboð av føroyingum, sum stilla upp til kommunuvalið kring Danmark. Tað vísir, at føroyingar vilja vera við til at taka ábyrgd, gera mun og seta síni virði og royndir í spælið – til gagns fyri bæði donsk og føroysk áhugamál.
Tey, eg kenni til, eru hesi:
- Mia Povlsen fyri Konservative í Hjørring
- Jensa Elisabeth Ottosdóttir og Tordur Øregaard fyri Kristendemokratarnar í Randers
- Jóhannes Miðskarð fyri Venstre í Keypmannahavn
- Anja Helen Holtze fyri Sosialdemokratarnar í Ballerup
- Ingvald av Kamarinum fyri Danmarksdemokratarnar í Lejre
- Sonja Weihe fyri Venstre í Ballerup
- Maj-Britt Hartvig fyri Konservative í Høje Taastrup
- Jørgen Boelskov fyri Radikale Venstre í Glostrup
- Arnbjørn Fagraklett Vatnhamar fyri Moderaterne í Skanderborg
- Áki Martinsson Kristiansen fyri Konservative í Greve
Kanska eru onnur afturat – og tað ger bara gleðina størri! Tað er sera hugaligt at síggja, hvussu føroyingar á hvør sínum stað hava funnið sítt politiska pláss og sítt hjartamál.
Vit hava øll hvør síni sjónarmið, men felags er viljin at byggja upp góð, mennandi og livandi lokalsamfeløg, har øll fáa møguleika at luttaka, læra og trívast.
Eg ynski øllum føroyingum, sum stilla upp til kommunuvalið 18. november, hjartaliga eydnu við valinum.
Latið okkum vísa, at føroyingar eisini kunnu seta síni spor í tí danska fólkaræðinum – við virðing, ábyrgd og eldhuga.
Jóhannes Miðskarð
Venstre – Keypmannahavn











