- Longu nú eru 185 milliardir evrur farnar upp í royk, og ætlanin er, at uppaftur meira skal brennast av. Vit fíggja eitt land, sum ongan møguleika hevur at vinna kríggið, sigur Viktor Orban

Orban: Ukraina null-møguleikar at vinna kríggið

- ES má gevast við at fíggja kríggið í Ukraina - eitt kríggj, sum Ukraina ikki kann vinna, sigur forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban

- Longu nú eru 185 milliardir evrur farnar upp í royk, og ætlanin er, at uppaftur meira skal brennast av. Vit fíggja eitt land, sum ongan møguleika hevur at vinna kríggið, sigur Viktor Orban

- Tað er "sinnissjúkt" at halda fram við stuðlinum til Ukraina.

 

Tað heldur forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, sum hóast landið hjá honum bæði er limur í ES og verjusamgonguni, Nato, hevur eitt gott samstarv við russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

- Ukraina hevur ongan møguleika at vinna kríggið móti Russlandi og tað, at ES heldur fram við fíggjarligum stuðli, er "sinnissjúkt", sigur Viktor Orban í samrøðu við Mathias Döpfner, sum er leiðari fyri týska tíðindasamtakið, Axel Springer.

 

Tað var Politico, sum fyrst endurgav forsætisráðharran í Ungarn í hesum sambandi.

 

- Longu nú eru 185 milliardir evrur farnar upp í royk, og ætlanin er, at uppaftur meira skal brennast av. So, vit fíggja eitt land, sum ongan møguleika hevur at vinna kríggið, sigur Viktor Orban.

 

Ungarn hevur áður roynt at sett seg upp ímóti, tá ES hevur sett revsitiltøk í verk móti Russlandi, og tá ES hevur latið Ukraina stuðul.

 

Forsætisráðharrin heldur, at tað eigur at vera upp til USA at samráðast við Russland.

 

- Síðan kann Evropa samráðast við Russland, og soleiðis fáa vit at síggja, um tað ber til at sameina amerikansku og evropeisku sjónarmiðini, sigur Viktor Orban.

 

 

 

 

 

- Longu nú eru 185 milliardir evrur farnar upp í royk, og ætlanin er, at uppaftur meira skal brennast av. Vit fíggja eitt land, sum ongan møguleika hevur at vinna kríggið, sigur Viktor Orban