U21-landsliðsvenjarin: - Skulu spæla upp til okkara besta

Ein stór uppgáva stendur fyri framman hjá føroyska U21 landsliðnum, sum í kvøld klokkan 20 møtir Fraklandi á útivølli

FSF skrivar:

 

Vit vóru ikki heilt nøgdir við egið avrik móti fransmonnum á heimavølli í oktobur, og hetta ynskja vit at betra um í morgin. Og skulu vit fáa eitt gott úrslit hesaferð, so krevst at vit spæla upp til okkara allar besta.

 

Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, sum í annaðkvøld klokkan 20:00 skal møta Frankaríki á útivølli.

 

– Vit hava fyrireikað okkum væl, og fingu eisini nógv burturúr venjingardystinum móti Ungarn. Allir í hópinum eru væl fyri, so ja, vit eru klárir, væl vitandi, at uppgávan verður stór og trupul, og vit skulu rokna við at koma at standa nógv í verjustøðu, sigur Ólavur Mikkelsen.

 

Undan dystinum eru Føroyar fremst í bólkinum við níggju stigum. Sveis og Ísland hava átta stig, og á fjórða plássi er Frankaríki við sjey stigum. Estland hevur tvey stig, og aftast er Luksemborg við einum stigi.

 

U21 EM undankappingardysturin millum Frankaríki og Føroyar í annaðkvøld byrjar klokkan 20:00, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Skrivar FSF.