11 føroysk mál vóru skotin tá Jana vann á Mariu

Viborg er nú fjórðfremst

Føroyingauppgerð var í BIOCIRC Arena høllini í Viborg í kvøld. 

 

Í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini tók liðið hjá Janu Mittún, Viborg móti liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens.

 

Tað endaði við 33-29 sigri til Viborg, ið var á odda 19-14 í steðginum.

 

Jana var saman við Clara Skyum Thomsen besti málskjúttin hjá Viborg. Tær báðar skutu sjey mál hvør. Jana legði eisini upp til trý mál (assist).

 

Maria skoraði fýra mál fyri Horsens, so samanlagt 11 føroysk mál vóru skotin í BIOCIRC Arena í kvøld.

 

Viborg er fjórðfremst í deildini við átta stigum fyri seks dystir. Horsens er næstaftast í deildini við tveimum stigum fyri seks dystir.

 

Í morgin klokkan 13 spæla Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing dyst á útivølli móti Ikast. Somu klokkutíð spæla Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg dyst á heimavølli móti Sønderjyske.