Andrass Johansen slapp ikki at byrja inni, tá lið hansara, Fremad Amager spældi dyst á heimavølli móti Helsingør í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Helsingør legði seg á odda longu aftaná tríggjar minuttir. Tað gingu bert tveir minuttir, so hevði Christoffer Boateng javnað til 1-1.
Andrass var skiftur inn frá byrjanina av seinna hálvleiki, og tað loysti seg hjá Fremad Amager. Tí í 65. minutti skoraði Andrass sigursmálið til 2-1. Á samansettu myndini sæst Andrass fegnast um málið.
2-1 sigurin sendir Fremad Amager upp á eitt áttanda pláss, har teir hava 12 stig fyri 11 dystir. Fremad hevur fimm stig upp til HIK, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið, tá grundspælið er leikt liðugt.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur liðið hjá Hørði H. Askham, Roskilde móti Fremad Amager í tí sum vónandi verður ein føroyingauppgerð.