Dánjal Ragnarsson er eisini úti við skaða

Fimm av seks føroyingum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini eru uttanfyri við skaðum

Mynd: Handkastið

Bjarni í Selvindi (Valur), Sveinur Olafsson og Hallur Árason (Afturelding), Johannes Bjørgvin (Stjarnan), og nú Dánjal Ragnarsson (Fram). Allir hesir fimm føroysku leikararnir eru uttanfyri við skaða.

 

Mánakvøldið vann Fram við Dánjali á liðnum 41-39 á Víkingi Reykjavík í áttandapartsfinaluni í steypakappingini. Tað var aftaná tvær ferðir longda leiktíð. Undir dystinum fekk Dánjal ein fiburskaða, og hann verður ikki tøkur komandi vikurnar.

 

Fram tapti í kvøld uttan Dánjal 28-32 (13-19) fyri KA á heimavølli. Talan var dyst í bestu deildini.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 leikar Fram á heimavølli fyrsta dystin í EHF European League. Dysturin verður móti Porto. So tað er tætt millum dystirnar?

 

Mynd: Handkastið