Økið er úti á Kletti í Miðvági, beint við dráttin við bátahylin. Ætlanin hjá Alduni er at byggja eitt felagshús, soleiðis at tær sum dyppa kunnu skifta og hugna sær saman aftaná ein svimjitúr.
Býráðið metti at hugskotið er gott, og at staðsetingin við dráttin hóskar væl til eitt tílílkt felagshús. Økið liggur í øki G í byggisamtyktini, sum er neystaøki. Aldan ætlar at byggja eitt felagshús, 45 fermetrar til støddar. Tó mætli býráðið til, at mest loyvda hædd á húsinum kann verða 3 metrar til yvirgrind og í mesta lagið 4,5 metrar til møn, og at húsið skal vera flytbart, umframt at atlit skuld takast til atkomu út á pirin.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldi møttu um 12 dyppikvinnur á býráðsfundi at hoyra, og møguliga ávirka, avgerðina hjá býráðnum. Býráðið samtykti einmælt at taka undir við umsóknini, og valdi at geva Alduni eina jólagávu.