12 filmsverkætlanir fingið stuðul

18 umsóknir komu inn til hetta triðja stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans 3.137.372 kr.

Jón Hemmer hevur fingið størstu játtanina, 200.000 krónur, til spælifilmin Birk.

Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er 830.000 kr.

18 umsóknir komu inn til hetta triðja stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans 3.137.372 kr.

 

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.

 

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.

 

Við nýggju kunngerðini um stuðul til film frá 6. januar 2025 er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttanina til film. Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.

 

Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

 

Til triðja stuðulsumfarið í ár, Filmur III. 2025, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita hesum 12 filmsverkætlanunum stuðul:

 

##med2##

 

Jón Hemmer hevur fingið størstu játtanina, 200.000 krónur, til spælifilmin Birk.