12.000 kr á muni á løn hjá frákoyrdum aðalstjórum

Landsgrannskoðarin hevur spurt løgmann, hví lønirnar hjá frákoyrdum aðalstjórum, sum framvegis eru í starvi í umsitingini, eru so ymiskar

Í frágreiðingini fyri 2012 viðger Landsgrannskoðarin lønir til fráfarnar aðalstjórar, sum framvegis eru í starvi í umsitingini. Har vísir landsgrannskoðarin á, at nakrir persónar, sum áður hava verið aðalstjórar, nú røkja onnur størv í almennu fyrisitingini. Teirra lønir eru ymiskar, úr 36. lønarflokki, 40.796 kr. um mánaðin, upp í 39. lønarflokk, 52.660 kr. um mánaðin.

 

Løgmansstjórin og aðalstjórarnir eru settir í starv sum tænastumenn sambært Ll. nr. 31/1971 “um tænastumenn landsins” v.s.b. og verða løntir ávikavist sambært 40. og 39. lønarflokki í semju millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið.

 

Landsgrannskoðarin hevur spurt løgmann, hvør ásetir lønirnar hjá fráfarnum aðalstjórum og eftir hvørjum reglum tær verða ásettar Til tað sigur løgmaður, at tá ið aðalstjórar eru farnir frá, hava umstøðurnar verið ymiskar.

 

–  Í hvørjum føri sær er serstøk avtala gjørd millum setanarmyndugleikan og viðkomandi aðalstjóra grundað á støðuna, ið hevur verið. Slíkar avtalur verða gjørdar í samráði við viðkomandi landsstýrismann, og avtalurnar verða vanliga ikki staðfestar, uttan at tær hava verið umrøddar ella viðgjørdar saman við Lønardeildini. Felags fyri semjurnar, ið eru gjørdar fyri fráfarnar aðalstjórar, er, at aðalstjórarnir hava varðveitt somu eftirlønarskipan, ið var galdandi, meðan teir vóru aðalstjórar, greiddi løgmaður landsgrannskoðaranum frá.

 

Í uppskoti til samtyktar í februar 2013 søgdu løgtingsgrannskoðararnir, at tað ørkymlar teir, at lønirnar eru so ymiskar, og teir mæltu løgmanni til at gera greiðar reglur á økinum.

 

Í oktober 2013 hevur løgmaður víst á, at aðalstjórarnir hava havt ymisk byrjanarstøði fyri samráðingunum um sínar treytir, og at hjá landinum ræður um at sleppa so bíliga sum gjørligt, tó uttan at fremja valdsmisnýtslu. Advokatur ella felag hjá aðalstjóranum eru altíð við, tá ið avtala verður gjørd.

 

Sambært løgmanni ber tað ikki til at sleppa undan, at lønirnar hjá fráfarnum aðalstjórum eru ymiskar uttan so, at gjørt verður av, at allir skulu hava somu (bestu) kor, uttan mun til orsøkirnar.

 

– Tað hevði verið at oyðsla við landsins peningi. Tí er hátturin, sum verður nýttur í dag, er tann frægasti og skynsamasti, staðfestir Løgmansskrivstovan.