Grindin var 940 skinn, og drápspartarnir eru eitt skinn. Umframt drápspartar verður eisini býtt í heimapartar til bygdirnar Eystan Múla.
Sambært Norðlýsinum vóru dronur sæddar oman fyri grindadrápinum. Farið varð eftir byrsu, og ein drona varð skotin niður. Fólk hildu eftir øllum at døma, at talan var um fólk frá onkrum umhvørvisfelagsskapi, sum stýrdi dronuni.
Kringvarpið veit at siga, at løgreglan hevur tosað bæði við tann, sum skeyt dronuna niður, og við tann, sum stýrdi dronuni. Greitt er tó ikki, um talan var um persón frá umhvørvisfelagsskapi.