Seinni í hesum mánaðinum fara U16- og U17-landsliðini við gentum á venjingarlegu í Íslandi. Á skránni verður millum annað venjingardystir móti íslendska U15-landsliðnum, og einum gentuliði hjá Breiðabliki.
Allir dystirnir verða spældir innandura. U16 genturnar spæla í Miðgarði, sum er ein fótbóltshøll í Reykjavík, meðan U17 spæla í Fífuni, sum er fótbóltshøllin hjá Breiðabliki í Kópavági.
Fyri U17-genturnar er venjingarlegan fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Litava í mars, og EM-endaspælið, sum verður í Føroyum í mai mánað.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U16- og U17-landsliðunum, og hon hevur nú kunngjørt hóparnar til venjingarleguna í Íslandi.
U16-landsliðið:
Beinta Klemmentsen, B36
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Lilja Debess av Teigum, B36
Ragnhild Magnusson, FC Hoyvík
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Døgg Jóhannusardóttir, ÍF
Nita á Lakjuni, ÍF
Lilja Rebka Lassaberg, ÍF
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Bjørk Mariusardóttir, Skála
Lív Pálsdóttir, Víkingur
U17-landsliðið:
Hanna Ellefsen, HB Køge
Klára Døgg Edvardsdóttir, EB Streymur
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Halla Morgan Ejdesgaard, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Durita Vón Vidtfeldt, HB
Eyðna Ólavsdóttir Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Sára Kristiansen, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Kára Askham Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)
Sara Benjaminsen, Skála
Ranja Petersen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Anna Dreiø Carlsen, Vejle BK (Danmark)
Fríggjadagin 31. januar:
Kl. 15:00 Breiðablik – Føroyar U17 (í Fífuni)
Kl. 17:00 Ísland U15 – Føroyar U16 (í Miðgarði)
Sunnudagin 2. februar:
Kl. 13:00 Ísland WU15 – Føroyar WU16 (í Miðgarði)
Kl. 18:00 Breiðablik – Føroyar U17 (í Fífuni)