13 ára á prutli sum varð mált til 74 km um tíman

Prutlið kundi koyra meira enn dupult so skjótt, sum hon hevði loyvi til.

Løgreglan steðgaði í gjárkvøldið einum 13 ára gomlum dreingi á prutli í Vestmanna.

 

Tað var beint eftir klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini.

Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman.

Tann, sum koyrdi, var bara 13 ára gamal og sostatt ov ungur at koyra prutl.

Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað.

Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur.

– Hvar eru foreldrini í slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.