Løgreglan vil einki siga um hendingina í Fuglafirði

Staðfest er, at ein persónur varð funnin deyður uttan fyri eini hús í Fuglafirði

Tilgjørd mynd

Tað einasta, sum løgreglan higartil hevur sagt, er at »tað hevur verið ein hending í Fuglafirði«, og at »ein lívleysur persónur er funnin« uttan fyri ein bústað í Fuglafirði.

 

Tað var stutt fyri klokkan 13 í gjár, at løgreglan fekk boðini. Stórt løgreglulið fór á staðið og gjørdi kanningar har í fleiri tímar. Vegurin varð stongdur í fleiri tímar, og fólk sluppu ikki til hús.

 

Lesið eisini: Lívleysur persónur funnin í Fuglafirði

 

Tað er sera, sera óvanligt, at løgreglan soleiðis fullkomiliga leggur lok á eitt mál í meira enn eitt samdøgur eftir »eina hending«, sum hana í Fuglafirði í gjár. Tí bendir nógv á, at talan er um eitt sera óvanligt og sera álvarsamt mál.

 

Lesið eisini: Stór løgreglu­at­sókn í Fuglafirði

 

Tilgjørd mynd