Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað nakrar reglur á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu - www.eidi.fo - um, hvussu tað var at uppliva sólarmyrkingina á Eiði mikukvøldið.
Nógv fólk kring heimin vóru spent at fylgja fyribrigdinum.
- Her heima darvaðu skýggj útsýnið nógvastaðni kring landið, men á Eiði vóru vit so heppin, at sólin kagaði fram - júst, tá mánin fór fram við sólini.
Og hann leggur aftrat:
- Sólarmyrkingin sást tí serliga væl her hjá okkum, og eftir øllum at døma var Eiði eitt av heilt fáum støðum í Føroyum, har til bar at uppliva fyribrigdið.
Martin Kristoffur Kristiansen skrivar, at av tí sama var tað, sum á ólvsøku Uppi á Grind, har stór mannamúgva var savnað saman fyri at uppliva hesa serligu løtu.
##med2##
- Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu standa heima á Eiði og síggja eina sólarmyrking. Hesaferð vóru vit á rætta staðnum undir rætta gloppinum í skýloftinum.
Hann leggur aftrat, at hetta var ein stutt, men serlig løta á Eiði mikukvøldið.










