Einki nýtt í málinum um unga mannin í Fuglafirði

Løgreglan kannar framvegis, hví ein ungur maður varð funnin deyður uttan fyri eini sethús í Fuglafirði í gjár.

Tilgjørt mynd

Maðurin varð funnin lívleysur stutt eftir klokkan eitt seinnapartin.

 

Løgreglan hevur avhoyrt fólk og kannað økið, har maðurin varð funnin, men enn er eingin niðurstøða komin úr kanningunum.

 

Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá løgregluni, segði við Kringvarpið í gjár, at arbeitt verður við at lýsa so neyvt sum gjørligt, hvat er farið fram.

 

Løgreglan kann heldur ikki enn siga, um nakað revsivert er farið fram.

 

– Enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, og tí fái eg illa úttalað meg um málið. Heldur ikki, um nakað revsivert er farið fram, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni.

 

Og sambært vaktleiðaranum á politistøðini í morgun, so er framvegis einki nýtt at frætta um málið í morgun. Óvist er, nær kanningarnar verða lidnar.

 

Tilgjørt mynd