Fagnaðurin eftir HM-sigurin hjá Spania fekk eina syrgiliga vend, tá eitt gosvatn koppaði í Ciudad Rodrigo. Ein 13 ára gamal drongur doyði í vanlukkuni. Mynd: Alejandro Martinez Velez/Reuters

13 ára gamal drongur doyði undir HM-fagnaði

Ein syrgilig vanlukka hendi undir stóra fagnaðinum eftir, at Spania vann HM í fótbólti.

Fagnaðurin eftir HM-sigurin hjá Spania fekk eina syrgiliga vend, tá eitt gosvatn koppaði í Ciudad Rodrigo. Ein 13 ára gamal drongur doyði í vanlukkuni. Mynd: Alejandro Martinez Velez/Reuters

Í vesturspanska býnum Ciudad Rodrigo koppaði eitt gosvatn, tá nógv fólk savnaðust við tað undir hátíðarhaldinum. Ein persónur læt lív í vanlukkuni.

 

Sambært sponsku tíðindastovuni EFE var tann deyði ein 13 ára gamal drongur.

 

Stutt eftir miðnátt fekk alarmsentralurin eina rúgvu av fráboðanum, og løgregla og sjúkrabilar fóru beinanvegin á staðið.

 

Tveir persónar vórðu so álvarsliga skaddir, at teir vórðu fluttir á sjúkrahús. Annar teirra doyði seinni av løstunum, meðan ongar nærri upplýsingar eru um støðuna hjá hinum skadda.

 

Fagnaður hevur verið um alt Spania eftir HM-sigurin, bæði í Madrid og í fleiri øðrum býum.

 

Fagnaðurin eftir HM-sigurin hjá Spania fekk eina syrgiliga vend, tá eitt gosvatn koppaði í Ciudad Rodrigo. Ein 13 ára gamal drongur doyði í vanlukkuni. Mynd: Alejandro Martinez Velez/Reuters