Tað skrivar Dimmalætting.
Endamálið við føroysku ferðavinnuni er, at hon skal gerast eitt bein afturat undir føroyska búskapinum.
Vøksturin var eisini stórur undan koronu-farsóttini, men heimsumfatandi sóttin forðaði vøkstrinum so mikið nógv, at 2019 – sum var árið fyri, vit fingu korona – framvegis er besta árið hjá føroysku ferðavinnuni.
130.000 ferðafólk vitjaðu her í fjør, her 60.000-70.000 komu loftvegis, meðan restin kom við Norrønu og øðrum ferðamannaskipum, sum steðgaðu her í ein dag ella so.
Størsti marknaðurin hjá føroysku ferðavinnuni er tann danski, og tað vísti seg, at av teimum, sum komu higar í fjør, var umleið helvtin úr Danmark.
- Talið av ferðandi vaks við umleið 30.000 fólkum árini 2022 til 2023, men størsti parturin av vøkstrinum vóru ferðandi við ferðamannaskipunum, sum bert steðgaðu ein dag ella so. Tann vøksturin er eyka stórur, tí tann mátin at ferðast upp á datt púra niður fyri, meðan korona herjaði, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Størsta talið av ferðandi, sum nakrantíð hava vitja í Føroyum, var í 2019, tá ið umleið 140.000 ferðandi vitjaðu her.
Meira kann lesast í Dimmalætting, sum fæst í leysasølu kring landið og sum kann lesast á netinum dimma.fo