Fríggjadagin vann ein heppin dani 135 milliónir krónur í europeiska lottospælinum, eurojackpot. Men ikki fyrr enn seinnapartin í dag hevur hann latið frætt frá sær.
Talan er um ein mann í 50 árunum, sum býr í einari íbúð í Stórkeypmannahavn. Hann hevði verið á vitjan á sjúkrahúsinum í Herlev, tá hann keypti ein seðil í kioskini har.
- Eg spæli vanliga við føstum tølum, men tað var hesin eyka seðilin við fýra røðum, sum hevði røttu tølini, sigur hepni vinnarin, sum vil vera ónevndur, við eb.dk.
Hann hevur nýtt tíðina at hugsa seg um, og hevur ikki grett fyri nøkrum um vinningin heldur ikki fyri teimum báðum døtrunum, hann hevur.
- Eg havi faktisk gingið við seðlinum í høgru hosu, síðani eg fann útav, at eg hevði vunnið, sigur hann.
Hann heldur, at nú er tíðin komin til skemt og gaman.
- Eg umhugsi at keypa eina íbúð sunnan fyri. Kanska skifti eg íbúðina her í Keypmannahavn út við eini hús. Og so gleði eg meg at gera íløgur, tí framman undan haldi eg Børsen, so nú verður tað veruliga stuttligt, sigur hann við eb.dk.