13,6 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Vøksturin er 6,9 prosent.

Hagstovan:

 

"Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" eiga ein triðing av vøkstrinum í lønarkrónum. Hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 60 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.

 

879 milliónir krónur, ella 6,9 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá februar 2025 til januar 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. 

 

Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. 

 

Størsta vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða", sum átti meira enn triðingin av vøkstrinum. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 200 milliónir krónur ella 57 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.  

 

Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist 112 milliónum krónum, ella 6 prosentum, og 85 milliónum krónum, ella 5 prosentum. 

Í januar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 34.582 krónur. Hetta eru 2,6 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Kvinnur fingu 28.805 krónur í miðal, sum eru 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 39.983 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 2,8 prosentum hjá kvinnum og 2,5 prosentum hjá monnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.  

Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Búsitandi í Sandoyar øki høvdu størsta vøkstur við 16,7 prosentum. Búsitandi í Suðuroyar og Suðurstreymoyar økjum høvdu minsta lønarvøkstur við 5,7 prosentum. 

 

Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.

 

 

Um lønarhagtølini

 

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat. 

 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

 

Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

 

 

Síggja grafar, talvur o. a. við at trýsta her