Tíðindastovan NTB veit at siga, at í minsta lagi 15 lík eru skolað upp á land í Italia seinastu dagarnar.
Myndugleikarnir í Italia vænta, at talan er um flóttafólk, sum hava roynt at komið sær um Miðjarðarhavið.
Líkini eru funnin á strondini í Sisilia og á strondini í suðuritalsku regiónini, Calabria.
Sambært NTB vænta myndugleikarnir, at fólkini hava latið lív í vetrarstormum á havinum seinastu vikurnar.











