Tað ringasta føri doyggja 14 føroyingar um árið av strongd. Tað førdi Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, fram á pallborðsfundi í Miðlahúsinum í síðstu viku.
Hon sigur, at ongar kanningar eru gjørdar í Føroyum, men verður støðan í Danmark førd yvir á føroysk viðurskiftini, doyggja upp ímóti 14 føroyingum um árið av sjúkum, sum strongd elvir til. Samstundis kostar strongd føroyska samfelagnum einar 140 milliónir krónur um árið, her er talan um sjúkradagar, sjúkralega og deyðsføll. - Sostatt er strongd ein sera álvarsligur trupulleiki, leggur hon afturat. Men hinvegin vísa kanningar í Føroyum, at annarhvørt fólk hevur havt illgruna um strongd seinastu trý árini, 20% hava verið hjá lækna við trupulleikunum og 10% hava verið sjúkrameldað av strongd. Harafturat vísa metingar, at 1000 føroyingar, ella 4% av arbeiðsstyrkini, eru sjúkrameldaður fyri strongd. Tað eru ræðandi tøl, heldur Selma Ellingsgaard. Samstundis vísa metingar hjá alheims , at í 2020 verður strongd víttfevnasta fólkasjúka heiminum.
Selma Ellingsgaard ávarar eisini ímóti illa slitna, politiska hugtakinum um at vit skulu fáa meiri fyri minni. Samstundis hava ætlanir verið um at spara í almennu fyrisitingini. -Úrslitið kann skjótt verða, at vit fáa minni fyri minni, serliga tá ið krøvini vera at fólku skulu renna skjótari. Heldur enn ein sparing, kann tað føra til øktar útreiðslur. So hennara áheitan á politiska myndugleikan er greið: Steðgið skerjingunum. Lat okkum heldur fara undir fyribyrgjandi tiltøk og lat okkum fáa eina vælferðarsamfelag, har eingin verður sjúkur av at fara til arbeiðis.
|