14 ár síðani seinasta ÍF sigurin

Í Fuglafirði er ivasamt, um Allan Joensen verður førur fyri at verja málið, og fyrrverandi ÍF venjarin, sum nú er í B36, heldur talan vera um heilt annað mótstøðulið enn tað, sum hann vandi

UPPTAKT

Tað eru tvey lið, sum tað hevur gingið heilt ymiskt hjá, sum hittast í Fuglafirði í morgin. Hjá ÍF hevur tað hilnast væl. Teir hava skorað átta mál, og teir hava fingið sjey stig. Hjá B36 hevur tað ikki gingið væl. Teir hava bara skorað eitt mál, men um teir vinna í morgin, so verða teir undir liðini á fuglfirðingum.
ÍF hevur ikki vunnið á heimavølli móti B36 síðani í 1991, tá úrslitið var 3-0. Í fjør var javnt, og B36 vann í 1999 4-1.
B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, var í fyrraárið og fyrra partin av árinum í fjør venjari í Fuglafirði. Tí átti hann at kent fuglfirðingar og ÍF væl.
- Tað geri eg, men liðið hjá teimum er heilt øðrvísi nú, enn tað var, tá ið eg var venjari. Teir hava fingið Poul Ennigarð, Símun Eliasen og teir báðar útlendingarnar í álopinum, og tað hevur styrkt liðið hjá teimum nógv. ÍF eigur eitt gott lið, og uppgávan hjá okkum verður stór, men eg haldi, at vit hava møguleika at fáa øll stigini, sigur Sigfríður Clementsen.
B36 venjarin heldur ikki, at úrskurðurin hjá FSF í steypakappingini hevur ávirkað lagið millum spælararnar.
?Vit arbeiða nógv við at hava fokus móti Fuglafirði í morgin.
Tað hevur ikki hilnast nakað serligt við málskjótingini?
?Í venjingardystunum gekk væl, men í trimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini hevur stígur verið í. Vit arbeiða við sakini, og vit rokna við, at vend fer at koma í. Fyri tveimum árum síðani gekk striltið hjá B36 í fyrstu umførunum. Teir megnaðu ikki at gera mál, men tá ið tað glapp, gekk tað rættuliga væl.
Í B36 eru allir teir somu tøkir, sum vunnu 1-0 á EB/Streymi.

Ivamálið
Í Fuglafirði er fótbóltslagið framvegis gott, og venjarin, Petur Simonsen, heldur, at teir hava orsøk at trúgva upp á, at tað hesa ferð skal bera til at fáa øll stigini.
- Góða gongdin ber størri sjálvsálit við sær. Bæði ímóti GÍ og Skála hevur liðið megnað fleiri ferðir at svara aftur, eftir at mótstøðumenninir hava skorað, og tað boðar frá góðum, heldur Petur Simonsen.
Sylla hevur ikki vant saman við hinum í vikuni, men teir rokna við, at hann verðúr førur fyri at spæla í morgin. Stóra ivamálið í Fuglafirði er, hvussu tað verður við málverjanum. Allan Joensen noyddist av vøllinum á Skála. Hóskvøldið var hann á vøllinum, men hann var ikki førur fyri at venja saman við hinum. Um hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin, so verður Emil Toftagaard í málinum.
Hóskvøldið var Danny Rasmussen, sum áður hevur spælt við HB, í Fuglafirði og vandi, men hann fer ikki at spæla við ÍF.