»Tórshavn er vakrasti býurin, eg nakrantíð havi vitjað.«
49 ára gamli Henning prátar enskt júst soleiðis, sum týskarar vanliga práta enskt. Men so er eisini slutt við øllum samanberingum. Tí doktor Henning man vera alt annað enn ein typiskur týskari ? ella, latið okkum bara siga, alt annað enn eitt typiskt menniskja.
Tí hvussu nógvir týskarar sita leygarkvøld og skrúva útvarpsfrekvensin soleiðis, at føroysku Náttarravnarnir brádliga kunnu runga í hansara týsku stovu í Köln? (Ja, tað ber til at hoyra ÚF í Týsklandi, tá sent verður á nógv umrødda, kostnaðarmikla og sera sterka millumbylgjusendaranum)
Og hvussu nógv menniskju hava brúkt størsta partin av lívinum at ferðast kring allan heimin við mikrofon í hondini og bandupptakara undir arminum?
Latið okkum nú bara fáa formalitetirnar upp á pláss.
Dr. Henning von Löwis of Menar er redaktørur á almennu týsku útvarpsrásini Deutschland Radio.
Hann varð útbúgvin dr. Phil í 1972, har hann eitt nú granskaði politiska vísund og almennan rætt. Hann undirvísti á Universitetinum í Köln frá 1973?83. Haraftrat hevur hann arbeitt fyri rúgvu av tíðarritum og bløðum sum fakjournalistur.
Hansara fyrsta grein um Føroyar var í nógv virda blaðnum Die Welt 9. juni 1972.
Ongin kennir Føroyar
Tá Dr. Henning skrivar um Føroyar, er tað altíð ein ávís mynd, hann brúkar: Eitt kort, ið vísir, hvar hesar ókendu Färöer Inseln liggja. Og fyri at geva týska lesaranum eina fatan av, hvar hesar oyggjar liggja, skrivar hann í síni fyrstu grein: »Á hálvari leiðini til Grønlands liggja Føroyar.«
? Ja, Føroyar munnu vera mest ókenda tjóðin í øllum Evropa. Tá eg sigi við mínar samstarvsfelagar, at eg farið til Føroyar, hyggja teir bara spyrjandi upp á meg. Sjálvt væl útbúgvin fólk hava ikki hóming av, hvar hesar oyggjar liggja.
? Og er tað onkur, sum ørminnist okkurt um Føroyar, so er tað í sambandi við fótbólt. Tá Føroyar vunnu á Eysturríki í EM-kappingini.
Fyrstu ferð Henning var í Føroyum, var í 1972, og hóast tað var kærleiki beinanvegin, so eru 20 ár síðan hann var í Føroyum seinastu ferð.
Og nógv er broytt, síðan dr. Henning prátaði við m.a. Niels Juel Arge, sála, á Bryggjubakka.
? Tá var ikki nakar handilsmiðdepil í Havnini, og býurin var nógv minni. Eg minnist eisini, at eg tá gjørdi nógv burturúr, at onki sjónvarp var í Føroyum tá.
Tann góða reklaman
sum ongin sær
Hetta var áðrenn ferðavinnan gjørdist innfeldur partur av fíggjarlógini.
Nú sita fólk í almennum størvum og royna at selja útlendingum Føroyar.
? Eg eri sera hugtikin av teimum faldarum, sum verða gjørdir fyri at lýsa Føroyar, sum ferðamannaland. Teir eru á høgum altjóða støði. Eg havi eisini stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Postverk Føroya ger við frímerkjum. Hetta er góð reklama fyri Føroyar.
? Trupulleikin er bara tann, at alt ov fá fólk kunnu fáa fatur á eitt nú faldarum um Føroyar. Eg haldi, tað er týdningarmikið fyri føroyingar at fara í samstarv við tær allarstørstu ferðamannastovurnar í Evropa.
? Tí, tað er har fólk støkka inn á gólvið fyri at finna út av, hvar leiðin skal ganga í fríðtíðini. Og tað er sjálvsagt eisini har, at føroysku faldararnir skulu liggja.
Tit fáa tykkara
egna sjálvstýri
Dagin fyri, vit práta við Henning, hevur hann verið í Tinganesi og práta ein tíma við Føroya Løgmann Edmund Joensen.
Eitt av evnunum er føroyska heimastýrislógin. Henda skipan hevur stóran áhuga fyri útvarpsmannin, ið sum kunnugt støðugt granskar politiska vísund.
Tað løgmaður og onnur hava at siga um hesa skipan, verður sent í øllum Týsklandi 23. mars í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan heimastýrislógin kom í gildið.
? Eg trúgvi, tit fara at fáa tykkara egna sjálvstýri um eini fimm til tíggju ár, svarar Henning, tá vit spyrja um hansara hugsan.
Týski útvarpsmaðurin, sigur, at føroyingar hava alt tað sum skal til fyri at ein tjóð skal vera sjálvstøðug.
? Tit hava tykkara egna mál og tykkara egnu mentan. Og so hava tit so nógvar rithøvundar, málarar ? ja, listarfólk í síni heild, at tað í veruleikanum er heilt ótrúligt.
? Eg havi ongantíð á einum so lítlum plássi hitt so nógv skapandi menniskju.
Stóri kærleikin til Føroyar er eisini orsøkin til, at doktor Henning sjálvur leggur rødd til, tá sending um Føroyar verður gjørd.
Sum oftast er hann redaktørur, t.v.s virkar hann handan leiktjøldini.
Við hesum roynir hann siga, at tað skal nakað serligt til fyri at fáa roynda fakjournalistin at leggja rødd til sjálvur.
Henning var, sum ein av teimum fáu úti við mikrofonini og sendi beinleiðis frá tí týska múrinum, tá hesin fall.
Og hann hevur vitjað nógv í Eysturevropa, teimum smærru tjóðunum, so sum Lithauen og Letlandi, síðani kommunisman fall.
Men tað er okkurt við oyggjalondum sum dregur. So nógv, at Henning ætlar sær til Føroyar aftur longu í summar.
Kortini er hann glaður fyri at hava vitjað Føroyar á hávetri..
Hesa løtuni vit práta við Henning, bankar heglingurin á vindeygað og vindurin hvínir um húsaveggirnar.
Men tað leggur Henning onki í.
? Mær dámar veður. Í Føroyum fært tú alt eftir einum degi, sigur hann og rættir út hondina at siga farvæl.
Og mangt bendir á, at veðrið dámar Henning.
Uttanfyri skínir sólin.