16 ár síðani Lady Diana doyði

Dagurin eitur Berta
. 31. august Berta. Ókend halgikvinna. Summar halgisøgur siga, at talan er um ta vøkru Bertu, sum umvendi mann sín, kongin Edelbert í Kent í Onglandi. Navnið er týskt og merkir hin bjarta.

 

Um dagin kann annars sigast, at hetta var lagnudagurin í 1939, tá nazitýsklandi fann upp á eitt pólskt álop á týskland, fyri at fáa eitt páskot um at loypa á Pólland 1. september í 1939 – sum er dagurin, tá seinni heimsbardagi byrjaði.

 

Hendan dagin í 1997 hendi ein ferðsluvanlukka í París, sum kostaði Dianu prinsessu av Wales lívið.

 

Hendan dagðin í 2006 fann norska løgreglan málningin Skríggið, hjá Edvard Munch sum varð stolið góð tvey ár frammanundan.

 

Kenda danska sjónleikarinnan, Kristen Walther, hevði fylt 80 ár í dag. Hon doyði í 1987. Gitni amerikanski sjónleikarin, Richard Gere, fyllir 64 ár í dag, og danska songkvinna, Hanne Boel, fyllir 56 í dag.