Løgreglan fekk fatur á dronu við flogvøllin

Tvær ferðir í gjár var fráboðan um, at drona fleyg ov tætt at flogvøllinum í Vágum

Tvær ferðir í gjár kom fráboðan um dronu, sum fleyg ov tætt at flogvøllinum í Vágum. Fyrru ferð eydnaðist ikki at fáa fatur á tí, í stýrdi dronuni ella á dronuni, men øðrvísi var seinnu ferð. Tí tá fekk løgreglan fatur á fólkunum og fekk tey at seta dronuna, sum løgreglan tók við sær.

Tað var um 17 tíðina, og løgreglan fer í morgun at kanna dronuna og myndir í henni fyri at vita, hvar hon hevur flogið.

– Vit kanna dronuna og vita um myndirnar passa saman við hendingarnar, sum eru fráboðaðar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Fyrra dronan gjørdi, at flogvøllurin varð stongdur eina løtu.

Fráboðarin seinnu ferð var ein persónur, sum gekk í haganum og sá fólkini. Løgreglan var skjót á staðið og fekk fatur á teimum, og fekk tey at seta dronuna.

Tað er soleiðis, at loyvt er ikki at flúgva við dronu í ein radius 5 km kring flogvøllin. Tað merkir, at tað ikki er loyvt at flúgva við dronu í til dømis Sørvági, í Vatnsoyrum og í Miðvági.

Fólkini við dronuni vóru útlendingar.

 

##med2##

Vaktleiðarin sigur, at tey helst fáa bót, men greitt er ikki, hvussu stór bótin verður. Tað er ikki hent so ofta, at løgreglan hevur fingið fatur á dronum, sum flúgva ov tætt at flogvøllinum, hóast fráboðanirnar hava verið fleiri. Men hetta málið verður kannað nærri fyrrapartin í dag, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

 

Tað er ikki loyvt at flúgva við dronu í ein radius 5 km kring flogvøllin í Vágum. Tað merkir, at tað til dømis ikki er loyvt at flúgva við dronu í Sørvági, í Vatnsoyrum og í Miðvági