Harðskapsmál: Ein persónur sligin

Eitt harðskapsmál varð fráboðað løgregluni í gjár.

Talan var um tvey fólk, sum vóru komin til ilnar, har annar persónurin sló hin

– Hetta verður nú kannað nærri, og vit vita hvørji fólkini eru, sigur vakthavandi á politistøðini. 

Hetta fór fram í høvuðsstaðarøkinum. Fólkini kendust, men talan er ikki um harðskap í parlag, sigur vaktleiðarin.

Enn er løgreglan ikki komin til nakra niðurstøðu um eldin í Hornabø í Havn sunnukvøldið. Vaktleiðarin sigur, at enn eru nøkur viðurskifti, sum greiða skal fáast á við avhoyringum.

Og um horvna grindareiðskapin í Bø og í Leynum er einki nýtt at frætta.

Men løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at onkur hevur kúluonglar til sølu á netinum. Og tað varð eisini kannað, men tað var onkur, sum ger grindareiðskap úr stáli, sum hevði hetta til sølu.