16 eldsálir á lista E

Tjóðveldi stillar eitt sterkt og fjølbroytt lið av eldsálum upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Fólk við ymsari bakgrund, ymsum royndum og ymsum hjartamálum fyri alt tað ymiska fólkið í býnum, bygdunum og býlingunum í kommununi.

Øll hava tey tað í felag: Tey eru fólk við visjónum og stórum hjarta, ið brenna fyri at gera mun og hava gjørt tað í øllum, tey fáast við. Tey vilja gera býráðsvalið til eitt val um ítøkilig mál fyri at betra trivnaðin, gerandisdagin og møguleikarnar hjá øllum fólkinum í kommununi. Og um at styrkja felagsskapin og ávirkanina hjá fólki á politisku avgerðirnar. Ikki eitt val um einstaklingar, vald og prestisju.

Nøkur av málunum, ið tey fara at leggja fram ítøkiligar loysnir til eru: Bíligir bústaðir, sosialt rættvísi, tann grøna kommunan, fjølbroyttir vinnumøguleikar, mentan og list, at styrkja alt tað pedogiska og dagsstovnaøkið, trivnaður á eldraøkinum og í røktini, ítróttur og frítíðartilboð, fólk við serligum tørvi og atkomumøguleikar, trygg ferðsla, integrasjón, arbeiðsumhvørvi og at betra um trivnaðarmøguleikarnar í bygdunum og býlingunum í kommununi. 

Eldsálirnar á lista E eru:

Frá vinstru: 

▪      Elsa Berg, taraalari, Havn.

▪      Bergdís Ester Gísladóttir, KT-mennari, Hoyvík.

▪      Brandur í Dali, sjálvstøðugur vinnurekandi, Argir.

▪      Jóhan Carl Dam, maskinførari, Tórshavn.

▪      John Dalsgarð, samskipari í Yrkisdeplinum og sjálvstøðugur vinnurekandi, velbastaðmaður í Havn.

▪      Ronnie Thomassen, deildarleiðari, Argir.

▪      Katrin Jakobæus, barnafysioterapeutur, Tórshavn.

▪      Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar Kommunu, Hoyvík.

▪      Gunvør Balle, varaborgarstjóri og fulltrúi í Uttanríkistænastuni, Argir.

▪      Jóannes Guttesen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Hoyvík.

▪      Benjamin Thomassen, alari, Argir/Kollafjørður.

▪      Turið Horn, býráðslimur og dagstovnaleiðari, Tórshavn.

▪      Jákup Dam, býráðslimur og skúlalærari, Kollafjørður.

▪      Anja Hartmann Wardum, leiðari á Kunningarstovuni Visit Nólsoy, Nólsoy.

▪      Snorri Patursson, undirvísari á Mat- og Moldmentanarháskúlanum og sjálvstøðugur vinnurekandi, Tórshavn.

▪      Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, Tórshavn.