Niðurlendska løgreglan hevur handtikið 16 fólk, sum illgruni er um kunnu hava ætlanir um at fremja yvirgang.
Sagt verður, at hesi fólkini, sum eru í aldrinum 16 til 53 ár, eru handtikin víða um landið.
Løgreglan sigur, at fólkini hava framt útbreiðslu av ISIS-propaganda og hava eggjað til yvirgangsatgerðir.
Kanningararbeiðið hjá løgregluni byrjaði í august fjør, eftir at løgreglan fann eina TikTok-kontu, sum stóð fyri víðfevndari útbreiðslu av ISIS-propagandu.
Tv2.no veit at siga, at høvuðsskuldsetti í málinum varð handtikin hin 20. januar í ár.
Sagt verður, at fýra av teimum skuldsettu hava niðurlendskan ríkisborgararætt, og flestu av hinum hava sýriskan ríkisborgararætt.










