Norska trygdartænastan PST fer at gera sínar egnu kanningar í kjalarvørrinum av tíðindunum um sambondini hjá fleiri norskum fólkum við Jeffrey Epstein.
Tað upplýsti leiðarin í PST, Beate Gangås, á tíðindafundi í dag, sambært norska miðlinum NRK.
Hon sigur, at kannað verður, um upplýsingar koma fram, sum koma innan ábyrgdarøkið hjá PST, men leggur dent á, at eingin er undir illgruna, og at eingin kanning er byrjað.
- Hetta kann til dømis snúgva seg um ólógliga deiling av upplýsingum ella handfaring av loyniligum upplýsingum í stríð við ásetingarnar í trygdarlógini, sigur Gangås sambært NRK.
Sambært norsku tíðindastovuni NTB sigur PST-leiðarin, at tænastan fer at seta eina kanning í verk, um upplýsingar verða funnar, sum geva orsøk til tað.
/Ritzau/










