Á tingfundinum í dag seta tingfólk landsstýrisfólkum 16 munnligar fyrispurningar. Flestu teirra eru frá andstøðuni – harav eru 13 frá tjóðveldistingfólkum, ein frá Framsókn og ein frá Bill Justinussen í Miðflokkinum og ein frá Henrik Old úr Javnaðarflokkinum.
Páll á Reynatúgvu spyr Jørgen Niclasen um ein komandi skattalætta. Hann spyr eisini Jacob Vestergaard um kvotuna á Flemmish Cap komandi fiskiár.
Kristina Háfoss spyr Jørgen Niclasen um milliónina, sum landsstýrið hevur bundið seg at rinda CIP í endurgjaldi uttan lógarheimild.
Hon spyr eisini Jørgen um Landsbankafæið og ogn hjá Samhaldsfasta
Sirið Stenberg spyr Anniku Olsen um fráfaringarlønir og um kynsligan ágang.
Eisini spyr Sirið StenbergKaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um viðurskiftir um Skálafjarðartunnilin.
Bjørt Samuelsen spyr Anniku Olsen um uppsagnir í Almannaverkinum og arbeiðsfremjandi tiltøk. Hon spyr eisini Anniku Olsen um Raðfestingav Fountainhúsi til sálarsjúk
Gunvør Balle spyr Bjørn Kalsø um Landsbókasavnið. Eisini spyr hon Karsten Hansen um fosturtøkuráðgeving.
Høgni Hoydal spyr Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um uttanríkis- og verjupolitikk í sambandi við møgulig álop á Sýrialand. Eisini spyr hann løgmann um fundin millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og Barack Obama, forseta
Poul Michelsen vil hava Jørgen Niclasen at greiða frá um innflutningstøl.
Bill Justinussen spyr sín egna landsstýrismann, Karsten Hansen, um kommunulæknatænastuna í Eysturoynni.
Og at enda er tað Henrik Old, sum spyrj Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um tagnarskyldu.