Í dag vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at trý partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og tvey pør fiska gulllaks.
Sagt verður, at upsafiskiskapurin er brúkiligur.
Tveir djúpvatnstrolarar eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva, og hesir koma báðir inn at landa í vikuni.
- Tveir dúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk, og tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva undir Føroyum.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at tveir eru á landleiðini, har teir fáa mest av flatfiski og toski.
Tríggir eru á Íslandsrygginum, og ein er norðanfyri.
- Teir á Íslandsrygginum fáa mest av toski. Tann, sum er norðanfyri, fær mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.
Á Fiskamarknað Føroya vænta tey, at allir teir smáu trolbátarnir koma inn at landa í vikuni.
Sagt verður, at trý skip fiska svartkalva við gørnum og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku.
- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.