##med2##
HB testaði tolið hjá heimafjøldini tá teir á heimavølli vunnu 3-0 á Skála.
Tá farið var til steðgin var støðan rættiliga óvæntað javnleikur 0-0, men hetta bøtti HB væl og virðiliga uppá í seinna hálvleiki. Eftir góðum fimm minuttum vísti Pætur Petersen vegin til málið og legði heimaliðið á odda 1-0, og korterið aftaná øktu René Shaki Joensen og Øssur M. Dalbúð til 2-0 og 3-0.
Eftir hetta var ongantíð nakar vandi á ferð hjá HB, sum við 3-0-sigri á Skála í dag varðveitir fulla stigatalið og hevur nú 21 stig fyri fyrstu sjey dystirnar.
HB - Skála 3-0 (0-0)
1-0: Pætur Petersen, 51.
2-0: René Shaki Joensen, 60.
3-0: Øssur M. Dalbúð, 66. (br.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum HB fekk móti Skála. Heðin Askham var viðmerkjari, og hann tók eisini stutt samanum ein greiðan og væl uppibornan sigur til HB.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við bert 16 ára gamla framrættaða miðvallaran hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi, ið fekk møguleikan frá dystarbyrjan. Samuel Johansen Chukwudi stórfegnast um møguleikan at sleppa at spæla frá dystarbyrjan. Hann staðfestir tó, at tað tók sína tíð at bróta sera verjukenda Skála-liðið eftir: - Kenslan er góð at spæla 90 minuttir, men spælið kundi verið betri sigur blaðungi spælarin í samrøðuni.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við veteranin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen.