17 fólk stilla upp fyri Sambandsflokkin

Trettan menn og fýra kvinnur á fyribils vallistanum hjá Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin kunngjørdi í gjár ein fyribils lista yvir tey valevnir, ið fara at stilla upp til komandi løgtingsval. Tað vil siga, at nøkur fólk kunnu leggjast aftrat listanum áðrenn hann verður latin valnevndini.


Seytjan fólk eru uppstillaði og merkisvert er, at flokkurin hevur fleiri valevnir í Eysturoynni enn í Suðurstreymi. Annars er tað einans Johan Dahl, ið ikki stillar uppaftur.


Á listanum eru trettan menn og fýra kvinnur.

Suðurstreymoy
1. Kaj Leo Holm Johannesen, Tórshavn
2. Jóna M. Mortensen, Tórshavn
3. Annfinn Brekkstein, Velbastaður
4. Gitte Klein, Tórshavn


Norðstreymoy
5. Bárður S. Nielsen, Vestmanna


Eysturoy
6. Alfred Olsen, Saltnes 
7. Edva Jacobsen, Fuglafjørður
8. Helgi Abrahamsen, Strendur
9. Reimund Langgaard, Leirvík
10. Magnus Rasmussen, Lamba
11. Vinjard Johansen, Saltangará


Suðuroy
12. Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík
13. Conrad Gaard Joensen, Vágur


Sandoy
14. Gerhard Lognberg, Skopun


Vágar
15. Rósa Samuelsen, Sandavágur
16. Eivin H. Jacobsen, Sørvágur


Norðoyggjar
17. Bjørn Kalsø, Syðradalur K.