17 ár – koyrdi uttan koyrikort

Seinnapartin sunnudagin rendi ein bilur á steyra á Marknagilsvegin, í nánd av Handilsskúlanum.

Tað var tó ikki bert hetta, sum hevði áhuga hjá løgregluni, tá hon kom á staðið.

Staðfest varð nevniliga, at bilførarin var rýmdur av staðnum, og at hann ikki hevði koyrikort, tí hann bert var 17 ára gamal.

Løgreglan fekk tó fatur á unga manninum, sum hevði koyrt bil uttan koyrikort. Tað verður hann eisini skuldsettir fyri.

Hinvegin verður eigarin av bilinum somuleiðis skuldsettur fyri at hava latið hin unga mannin koyra bilin uttan koyrikort.