17 ára gamal illa stungin í býnum

Leygarnáttina varð ein 17 ára gamal drongur illa stungin av einum knívi. Ein 15 ára gamal hevur játtað seg sekan, og knívurin, sum brúktur varð at stinga við, er funnin

Leygarnáttina varð løgreglan í Havnini boðsend í Vestbýin í Havn, har ein hending ímillum tveir ungar dreingir fekk álvarsligar avleiðingar.
Tað endaði við, at ein 17 ára gamal drongur var stungin so illa við knívi, at annað lunga punkteraði. Hann er innlagdur á Landssjúkrahúsið, men hann er ikki í lívsvanda.
Aftaná tók løgreglan ein 15 ára gamlan drong og hann hevur viðgingið seg sekan, og sunnudagin varð knívurin funnin.
Drongurin, sum varð tikin, var til avhoyringar hjá løgregluni og varð leyslatin leygarmorgunin.
Løgreglan sigur, at av tí at drongurin hevur viðgingið seg sekan og av tí, at hann er so ungur, er hann latin leysur aftur.
Tað skal rættiliga nógv til, áðrenn so ung fólk verða sett inn.

Brennivín uppi í
Løgreglan veit ikki, hví tað gekst so illa ímillum hesar báðar í nátt.
Men illgruni er um, at brennivín var uppi í.
- Vóru brennivín og rúsevni ikki, høvdu vit næstan klárað okkum við einum telefonsvarara, sigur løgreglan.
Løgreglan minnist onki til, at drongurin, sum stakk, er gamal kenningur hjá teimum. Enn er óvist, hvat hann verður ákærdur fyri. Fyribils er talan um eitt harðskapsmál, men hvat endaliga ákæran verður, er óvist enn.
Knívurin, sum varð brúktur at stinga við, verður nú DNA-kannaður, so váttast kann, um talan er um rætta knívin. Talan er um ein lítlan knív, ið er keyptur í øðrum londum, og hann er helst ikki lógligur í Føroyum.