Betesdakórið og felags nátturði 2. hvítusunnudag

Endabresturin á samfelagsmøtunum í Badmintonhøllini í Klaksvík verður 2. hvítusunnudag, har Betesdakórið syngur á møtinum kl. 16, síðan verður stórur felags nátturði, og so endar stevnan við møtinum kl. 19. Samstundis verður KÍ-høllin opin til børnini at hugna sær í.

Nógv fólk hava verið til samfelagsmøtini í Klaksvík higartil á hvítusunnu. Eitt nú vóru umleið 1000 fólk á møti í Badmintonhøllini hvítusunnukøld.

 

Á skránni fyri 2. hvítusunnudag eru hesi møti og tiltøk – øll í Badmintonhøllini:

 

Kl. 11:00 verður eitt søguligt afturlit við Jógvani á Lakjuni, sum fer at greiða frá um abba sín, Victor Danielsen og hansara lív og tænastu sum fulltíðar trúboðari innan brøðrasamkomurnar.

 

Kl. 16:00 verður uppbyggingarmøti, har Jens Bech og Høgni Johannesen fara at tala, og Betesdakórið syngur.

 

Kl. 19:00 verður evangeliskt møti, har Betesdakórið framvegis luttekur við sínum vakra sangi, og har Petur á Roykheyggi og Jákup Eli Østerø tala, og Hallur Joensen og Anja Nielsen fara at hava vitnisburðar.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini kl. 16 og kl. 19, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.

 

Á øllum møtunum verður tulkað til enskt, og øll møtini verða somuleiðis stroymd og send beinleiðis á hesum rásum: *Starabúrið, *SJEY kristiligt kringvarp og *EvR (Evangeliska Røddin). Slóðirnar eru allar at finna á betesda.fo.