Tann 17 ára gamli drongurin John Lee Malvo var annar av snigskjúttunum, sum í oktober í fjør herjaðu leiðina kring høvuðsstaðin Washington.
Tíggju fólk doyðu, og fýra vórðu illa løstað av skotum teirra, áðrenn tað eydnaðist løgregluni at taka teir.
Sambært løgregluni í statinum Virginia skjeyt tann 17 ára gamli minst fýra av teimum tíggju, sum doyðu. Hini skal tann 42 ára gamli John Allen Muhammad hava skotið.
Mikudagin avgjørdi rætturin í Virginia, at tann 17 ára gamli drongurin kann metast at vera vaksin. Hesin úrskurðurin ber í sær, at drongurin kann fáa deyðarevsing, verður hann funnin sekur.
Deyðarevsingin fær nógva umrøðu í USA í hesum døgum, eftir at guvernørurin í statinum Illinois gjørdi av at ógilda deyðadómarnar hjá 167 fangum. Ístaðin fingu teir lívlanga fongsulsrevsing.