Báturin hjá Thunberg hevur skift kós og er á veg til Ísraels

Seglbáturin "Madleen" hevur broytt kós og er á veg til Ísraels, sigur ísraelska uttanríkisráðið sambært Reuters.

Mynd: Guarrera/Zuma/Ritzau Scanpix

Seglbáturin "Madleen" við aktivistum umborð hevur broytt kós.

Tað upplýsir ísraelska uttanríkisráðið í nátt.

"Madleen" var á veg móti Gazageiranum, men siglir nú til Ísraels í staðin, stendur í fráboðanini.

Boðini koma eftir at samskipanin handan siglingartúrin - Freedom Flotilla Coalition - segði, at ísraelski herurin er farin umborð á bátin.

Endamálið við ferðini er at vekja ans fyri humaniteru støðuni í Gaza.

Uttanríkisráðið leggur afturat, at aktivistarnir umborð á bátinum - harímillum svenska Greta Thunberg - væntandi fara aftur til heimlandið.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Mynd: Guarrera/Zuma/Ritzau Scanpix