Sven Gøran Eriksson tók í gjár liðið út, sum skal umboða Ongland í HM-endaspælinum í summar. Tað kom fullkomiliga óvart á øll, at 17 ára gamla stórtalentið Theo Walcott, sum Arsenal júst hevur keypt, skuldi verða tikin út. Enn hevur Walcott ikki spælt í Premier League, men hann skal við enska ferðalagnum til Týsklands. Eriksson sigur, at hetta er ein stórur kjansur at taka, men hann vil taka ein kjans við einum av teimum 23 spælarunum í hópinum.
- Theo er skelkaður av úttøkuni. Hann hevði væntað eitt gott úrslit altso til teoriroyndina, sum hann kláraði í dag men hetta hevði hann ikki roknað við, sigur pápi Walcott.