18.000 akfør fyrsta samdøgrið

Tað er sera stórur áhugi fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin

– Tilsamans 17.989 akfør koyrdu í gjøgnum tunnlin fyrsta samdøgrið, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum.

Fyrsta samdøgrið er frá klokkan 12:30 í gjár til klokkan 12:30 í dag. Tað svarar til umleið annað hvørt akfar, sum er skrásett í landinum. Í Føroyum eru skrásett 40.203 akfør. Um vit trekkja tey frá, sum ikki kunnu koyra sjálvi, so sum viðfestisvognar og kampingvognar, so eru 35.730 akfør. Og 17.989 svarar til 50,3 prosent av teimum.

Sum vera man hava helst fleiri koyrt nakrar ferðir gjøgnum tunnilin, og so verður ein túrur roknar annan vegin. So aftur og fram merkir tveir túrar.

Í tølunum, sum tunnilsfelagið hevur roknað við sum inntøkugrundarlag, er dagliga talið 5.000 bilar. So fyrsta samdøgrið hevur undirtøkan verið gott og væl 300 prosent av tí.

##ms2##