18 ára gamal stjól sjúkrabil

At dagurin í dag er kosin altjóða minningardagur teirra, sum lótu lív í ferðsluni, helt ikki einum 18 ára gomlum dreingi í Noreg aftur í at stjala ein sjúkrabil. Løgreglan í Noreg heldur, at drongurin eisini hevur koyrt við útrykningi, áðrenn hann koyrdi út av vegnum.

Hin 18 ára gamli stjól sjúkrabilin, sum stóð ólæstur við lyklunum í á Helgelandssjúkrahúsinum.

Tá hann hevði fingið bilin í gongd, koyrdi hann umleið 18 kilometrar, áðrenn hann misti tamarhaldið á bilinum.

Um 06-tíðina í morgun fann løgreglan unga mannin, sum tá sat aftanfyri bilrattið í einum ambulansuvesti.

Og á vestinum stóð ?operativur leiðari?.

Hvørki meiri ella minni.

Hin 18 ára gamli varð fluttur á sjúkrahús til kanningar.

Hann hevði einki koyrikort og var heldur ikki edrúur, sigur norska løgreglan.