180 grønlendingar fara til HM at stuðla sínum landsliði

Grønlendsku kvinnurnar eru í innleiðandi bólki saman við Noregi, Suðurkorea og Eysturríki

Mynd: Sermitsiaq

Komandi mikukvøld klokkan 19.30 setir grønlendska kvinnulandsliðið skjøtil á HM-kappingina í hondbólti.

 

Tá spælir Grønland móti verjandi HM og EM-vinnarunum, Noregi í Stavanger. Hini bæði liðini í innleiðandi bólki C eru Suðurkorea og Eysturríki.

 

Grønland spælir móti Suðurkorea fríggjadagin 1. desember klokkan 17, og móti Eysturríki sunnudagin 3. desember klokkan 17.

 

Grønland fekk reserverað 180 áskoðarapláss til teir tríggjar innleiðandi dystirnar, og fegnast grønlendski landsliðsvenjarin, Anders Friis um, at tað vera, ið hvussu er 180 grønlendskir fjepparar til dystirnar hjá Grønlandi.

 

Anders Friis undirstrikar í samrøðu við Sermitsiaq, at tað er sera týdningarmikið, at teir grønlendsku fjeppararnir stuðla allan dystin og fagna hvørjari væleydnaðari aksjón hjá grønlendska liðnum. Hann staðfestir, at Noreg, Suðurkorea og Eysturríki eru stórir favorittar at vinna á Grønlandi, og tí ræður tað um hjá grønlendska liðnum at taka teir smáu sigrarnar. 

 

Her er grønlendski HM-hópurin:

 

  • Nivi Fly GSS
  • Aviaaja Heilmann GSS
  • Rina Møller Lorentzen GSS
  • Ivaana Holm GSS
  • Ivâna Meincke Stjarnan, Ísland
  • Nukaaka Petrussen Lyberth EB Eiði, Føroyar
  • Sandra Rothberg GSS
  • Ivalu Bjerge NSK håndbold
  • Nivi Jensen Petersen Silkeborg-Voel KFUM, Danmark
  • Lykke Frank Hansen FHK, Danmark
  • Anja Heilmann GSS
  • Josefine Jakobsgaard Gadgaard Ejstrup- Hærvejen, Danmark
  • Aili Pedersen GSS
  • Ane Sofiannguaq Frederiksen Silkeborg-Voel KFUM, Danmark
  • Nuunu Marie Lukassen SIK Viborg, Danmark
  • Andrea Heilmann GSS
  • Sascha Jordening Zeeb GSS
  • Aviana Kâjangmat Silkeborg-Voel KFUM, Danmark
  • Anders Cramer Friis, landsliðsvenjari

Mynd: Sermitsiaq