Petur Mohr Reinert við fyrstu skaldsøgu síni, »Hevnd«

Sendi skeivt handrit til skaldsøgu til prent

– Eg eg eri tíverri vorðin varugur við, at eg havi sent skeivt handrit av míni fyrstu skaldsøgu til prent.

Petur Mohr Reinert við fyrstu skaldsøgu síni, »Hevnd«

Soleiðis sigur Petur Mohr Reinert í morgun.

Tað var í gjár, at hann sendi miðlunum boð um, at hann hevði biðið bókhandlar um at taka skaldsøguna »Hevnd«, av hillunum, og bað miðlarnar um at taka lýsingarnar um bókina aftur. Orsøkin er, at skeivt handrit er prentað.

– Yvirhøvur var eg sera óheppin við allari tilgongdini við rættlestri og ritstjórnan. Eg havi givið øllum bókahandlunum boð um at taka bøkurnar av hillunum og koyra tær í skrell. Eg fái rætta handritið prentað sum skjótast og komi at lýsa, tá bókin aftur verður at fáa, skrivar hann í morgun.

Øll, sum hava keypt bókina og koma aftur við henni, fáa eitt nýtt eintak frá mær, sigur hann.

– Tað eri eg, og eg aleina, sum havi ábyrgdina av mistakinum. Eg biði so miriliga um umbering, skrivar hann og leggur afturat:

– Kanska ikki annað enn væntandi, tá man bæði vil vera skipari og dekkari á Polo í senn.

 

Petur Mohr Reinert við fyrstu skaldsøgu síni, »Hevnd«